Tíðindi
Vinnarin av jólaposakappingini
Fyrr í ár kundu børn í Føroyum vera við í kappingini um at tekna ársins jólaposa. Nógvar góðar tekningar komu inn, og vinnarin varð 10 ára gamla Adriana Christiansen av Stykkinum. Dómsnevndin helt, at tekningin var øðrvísi, jólalig og ikki minst flott. Umframt at fáa tekningina á jólaposan vann Adriana eitt SMS-gávukort upp á 2000 kr.
Takk fyri tekningina og til lukku, Adriana!
10 útvaldar tekningar vunnu eitt gávukort upp á 200 kr.
Síggj myndirnar uttanfyri Marknaðardeildina í SMS.