Handlar
Stongt
Miklagarður
Stongt
Matstøð
14.00 - 21.00
Onki úrslit at finna.
Search by

Vit leita eftir einum eldhugaðum skrivstovunæmingi!

Kundi tú hugsa tær at byrja tína yrkisleið við eini skrivstovuútbúgving? Vit bjóða tær ein spennandi møguleika at gerast partur av okkara toymi á høvuðsskrivstovuni hjá P/F SMS.

Hvat kanst tú vænta tær? Sum skrivstovulærlingur fært tú innlit í allar tættir av fyrisiting, búskap, tolling og nógv annað. Tú lærur at arbeiða við tekstviðgerð, dátugrunnum, rokniørkum og ymiskum KT-skipanum, alt meðan tú mennir tínar samskiftisførleikar við viðskiftafólk, bæði munnliga og skrivliga.

Í lærutíðini kemur tú millum annað at fáast við hesar uppgávur:

Vit vænta av tær, at tú:

Vit bjóða:

Útbúgvingin tekur millum 2 og 4 ár, og verður lærutíðin roknað eftir, um tú hevur nakra miðnámsútbúgving frammanundan. Tú kemur at skifta ímillum verkliga læru á skrivstovuni og skúlagongd á Glasir í Havn.

Um hetta ljóðar sum nakað fyri teg, kanst tú senda okkum tína umsókn, saman við avritum av prógvum og møguligum viðmælum, í seinasta lagi 23. juli 2025 á midnátt.

Nærri fæst at vita um læruplássið við at venda sær til Susanne Nielsen, fíggjarleiðara, á telefon 218861.

Tú finnur leinkjuna at søkja starvið her: Starvslýsing – Totalview HR-rekruttering

Vit gleða okkum at hoyra frá tær 🙂

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.