Tíðindi
Yggdrasil Jr. í SMS
Í sambandi við Vetrarjazz 2020 verða tvær jazzkonsertir á Torginum í SMS hesa vikuna.
Fyrra konsertin verður hósdagin 30. januar kl. 16 við bólkinum Yggdrasil Jr. Bólkurin er samansettur av kvinnuligum og mannligum tónleikarum, ungum sum royndum.
Tónleikararnir í Yggdrasil Jr. eru: Kamilla Ravnsfjall, floytu, Katrina Olsen, sang, saksofon, Heðin Ziska Davidsen, gittar, Kristian Blak, klaver, Sigrið Hansen, bass og Vár Miðberg, trummur.
Yggdrasil er lívsins træ í Norønnu guðalæruni. Tað er altíð fruktbart og grønt omaná, og røturnar røkka um allan heim. Eitt hóskandi navn til ein bólk, sum hevur ferðast um allan heim og í fleiri áratíggju hevur verið við til at nøra føroyska jazzlívið.