Um SMS gávukort

Treytir fyri sølu og avhending av gávukortum frá SMS

Hesar treytir skulu lesast áðrenn gávukortið verður keypt og annars kann takast í nýtslu.

Gávukortið kann nýtast í øllum handlum í SMS. Lægsta upphædd, ið keypast kann er 50 kr og hægsta upphædd er 5.000 kr.

Tú keypur SMS gávukortið her:

SMS, Marknaðardeildin
Trapputrøðin
100 Tórshavn

Og á https://www.sms.fo/product/gavukortid-fra-sms/. 

Restupphædd

Tú sært upphæddina á gávukortinum á gavukort.sms.fo. 

Bílegging 

Tá tú hevur bílagt og goldið fyri gávukortið, fært tú beinanvegin eina bíleggingarváttan á upplýsta teldupostadressu. Gev gætur, at teldupostadressan er røtt, soleiðis at váttanin kemur á rætt stað.

Tá ið tú hevur trýst ”keyp” og hevur fingið eina bíleggingarváttan, ert tú bundin av keypsavtaluni.

Hevur tú av óvart gjørt eitt mistak, tá tú bílegði, ert tú vælkomin at seta teg í samband við SMS P/F (sms@sms.fo) og vit hjálpa tær.

Gjaldsháttur

Á heimasíðuni kanst tú gjalda við hesum kortum:

 

Gjaldið verður avgreitt av NETS (ePaymentmodul (gjaldsmodul)). Nets avgreiður øll gjøld við korti og øll kortdata og virkar eftir altjóða trygdarkrøvum (Payment Card Industry Data Security Standard, stytt PCI DSS). Upplýsingar, ið verða sendar millum okkum og dátaviðgeran verður brongla í SSL (Secure Socket Layer).

Gávukortið er eitt handhavakort, burturblivin kort verða ikki endurgoldin.

Treytir fyri útflýggjan

Gávukortini kunnu heintast á Marknaðardeildini gerandisdagar, sí upplatingartíðir á sms.fo.

Avhending er mánadag til fríggjadag. Gávukortið verður vanliga útflýggja sama dag ella næsta gerandisdag um ikki onnur dagfesting er umbiðin. Í serligum førum kann kortið verða sent í vikuskiftinum og/ella halgidagar.

Hevur tú biðið um útkoyring, verður gávukortið borið út av flutningsfelagið. Seinkingar kunnu koma fyri, ið SMS P/F ikki hevur ávirkan á.

Fyrningarfreist: 5 ár. Gávukortið gongur út fimm ár eftir útflýggingardagin, ella fimm ár eftir seinastu áfylling.

Burturblivin ella strikað gávukort verða ikki endurgoldin.

Gávukortið kann ikki umbýtast til reiðan pening.

Avgreiðslugjald

Einki avgreiðslugjald verður lagt omaná keypsupphæddina. Biðjur tú um útkoyring, verður gjald á 50 kr lagt afturat hvørjum gávukortið.

Vanligar reglur viðvíkjandi iðrunarrætti eru galdandi. 

Persónsdátapolitikkur

Endamál: Endamálið við hesum politikkið er at upplýsa fyri kundum, hvørjar upplýsingar vit innheinta og viðgera í sambandi við kundaviðurskifti.

Hendan kunningin lýsir, hvussu P/F SMS verjir tínar persónsupplýsingar og tíni lógfestu rættindi. Sum liður í handilsrakstrinum, skráseta og brúka vit upplýsingar um teg. Øll viðgerð av persónsupplýsingum verður gjørd í trúnaði samsvarandi galdandi lóggávu um persónligar upplýsingar.

Hví skráseta og brúka vit tínar persónsupplýsingar? 

Vit skráseta og brúka tínar upplýsingar fyri at halda tær avtalur, ið eru gjørdar við teg, undir hesum avtalur um keyp av vørum og tænastum.

Hetta merkir, at vit skráseta og brúka upplýsingar tá:

Vit skráseta og brúka eisini tínar upplýsingar í sambandi við marknaðarføring og annað tænastuvirksemi, undir hesum:

Vit heinta upplýsingar beinleiðis frá tær ella við at eygleiða tína atferð, tá ið tú til dømis:

Hvørjar upplýsingar skráseta og brúka vit?

Vit skráseta og brúka ymisk sløg av persónsupplýsingum alt eftir hvørjar tænastur ella vørur, tú bíleggur ella ert áhugað/-ur í. Undir hesum:

Farspor

Tá ið tú vitjar www.sms.fo, brúka vit farspor-tøkni (cookies) at kenna tína teldu, telefon, teldil o.tíl. aftur. Á henda hátt kunnu vit veita tær ta bestu persónligu tænastuna og miðvísa okkara marknaðarføring. Eitt farspor er ein tekstfíla, ið fortelur okkum, hvussu leingi tú vitjar heimasíðuna, um tú hevur vitjað okkum fyrr, hvørjar síður tær dámar best o.a. Farspor kunnu eisini innheinta persónsupplýsingar um teg, so sum tína IP-adressu og tínar vanar á alnótini.

Heimild

Viðgerðin av tínum persónsupplýsingum krevur, at vit hava heimild til tess. Alt eftir hvør viðgerð talan er um, er heimildin eitt av hesum niðanfyri:

Hvussu leingi goyma vit tínar upplýsingar?

Vit goyma tínar upplýsingar so leingi, tað er neyðugt til tað endamál, tínar upplýsingar eru skrásettar og brúktar til. Vit goyma tí altíð tínar upplýsingar so leingi, vit veita tær eina tænastu ella eina vøru. Hevur tú keypt eina vøru ella eina tænastu frá okkum, goyma vit tínar upplýsingar í fimm ár fyri at liva upp til okkara skyldu sambært bókhaldslógini.

Hevur tú teknað hald av tíðindabrævið, verða tínar upplýsingar goymdar til tú meldar haldið frá.

Triðipartur

Persónsupplýsingar frá triðjaparti 

Vit skráseta og brúka upplýsingar frá triðjaparti, til dømis frá peningastovnum og gjalds- og tænastuveitarum, tá ið tú brúkar tíni gjaldskort ella aðrar gjaldstænastur. Vit skráseta og brúka upplýsingarnar, tá ið tú skal gjalda.

Triðipartar, sum fáa tínar upplýsingar

Í summum førum lata vit triðipartum tínar upplýsingar. Undir hesum upplýsingar til almennar stovnar, har hetta er álagt okkum. Til dømis til TAKS, hagtølsendamál og líknandi.

Tíni rættindi

Innlit í tínar persónsupplýsingar 

Tú kanst fáa innlit í teir upplýsingar, vit hava goymt og skrásett um teg, undir hesum hvaðani tær stava, og hvat tær verða brúktar til. Tú kanst fáa innlit í, hvussu leingi vit goyma tínar upplýsingar, og hvør móttekur upplýsingarnar alt eftir, um tær verða latnar víðari. Rætturin at fáa innlit kann tó vera avmarkaður við lóg ella skerdur, um so er, at ávísar upplýsingar gera seg inn á rættindi hjá øðrum.

Tíni rættindi

Tú hevur til eina og hvørja tíð rætt til at taka samtykki til, at upplýsingar um teg verða viðgjørdar, aftur. Í summum førum hevur tú rætt at tala at viðgerðini av tínum persónsupplýsingum, og sýta fyri, at tær verða brúktar. Eru upplýsingar, sum verða viðgjørdar um teg, skeivar, ófullfíggjaðar ella týdningarleysar, hevur tú rætt til at fáa tær rættaðar ella strikaðar. Hetta tó bara, um eingin onnur lóg forðar fyri tí.

At taka samtykki aftur 

Tú kanst til eina og hvørja tíð taka títt samtykkið aftur. Gev gætur, at um tú tekur samtykkið aftur, eru vit ikki før fyri at veita tær ávísar tænastur ella vørur. Vit goyma tó tínar persónsupplýsingar, um vit hava tørv á teimum fyri at halda eina avtalu við teg, ella um vit hava lógásetta skyldu til tess.

Samband og rætt til kæru

Hevur tú spurningar viðvíkjandi tínum rættindum og hvussu vit skráseta og brúka tínar persónsupplýsingar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum. 

Teldupostur: datuvernd@sms.fo

Tinghúsvegur 47

Postboks 1059

110 Tórshavn

Tlf.: +298 341900